Empower ’25
Aftur í ár gleða vit okkum til Empower, sum verður í Lívdini í Hoyvík, 21.-22.mars. Evnið hesaferð verður CHANGED ella umbroytt!
Vit fara at hoyra kvinnur fortelja hvussu tær hava upplivað Guds umbroytandi kraft!
Høvuðstalari verður Lavanya Dua, sum er lækni og ein trúar kvinna. Hon brennur fyri at menniskju skulu uppliva frælsi frá ótta, strongd, angist og tunglyndi. Hon hevur granskað innan heilan, bæði tann kroppsliga partin, tankamynstur og tann andaliga partin.
Vit gleða okkum til eitt vikuskifti, har vit práta, gráta, flenna, lurta, lovsyngja, biðja, hugna okkum og eggja hvørji aðrari til lívið, saman við Jesusi og øðrum.
Tilmelding á www.citychurch.fo/empower
