Allan vegin fyri Jesus
Allan vegin fyri Jesus er eitt ungdómstiltak, sum leggur dent á missión. Vit ynskja at eggja ungum at liva eitt heilhjartað lív fyri Jesus.
Tað verða tvey ungdómsmøti, eitt fríggjadag og eitt leygardag kl 20, har vit fara at hoyra vitnisburðar og hoyra undirvísing um missión.
Gestatalari hesaferð er Dan Bauman. Hann hevur virkað í tænastu í nógv ár. Hann hevur m.a. verið trúboðari í Afganistan í 10 ár og hevur eisini sitið í fongsli í Iran fyri sína trúgv. Hann hevur upplivað nógv saman við Gudi og hevur nógvar søgur at siga frá, hvussu Gud hevur verið við honum. Eisini hevur hann skrivað 3 bøkur.
Í samband við tiltakið verður ein leiðaradagur leygardagin 10. mai, har Dan Baumann eisini kemur at undirvísa.
Vit byrja dagin við at søkja Harran og fáa undirvísing frá Dan. Undirvísingin er á enskum, men verður tolkað til føroyskt.
Endamálið við tiltakinum er at geva íblástur og at byggja brýr millum samkomur og skapa netverk. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá tykkum, sum ofta standa fremst, at koma og móttaka.
Prísurin fyri leiðaratiltakið er 150,- per persón íroknað døgurða.
Leiðaratiltakið er ætlað øllum samkomuleiðarum, ungdómsleiðslum og teimum, ið standa í leiðslupostum í samkomuni ella kristnum arbeiði.
Skrá fyri leiðaratiltakið er hendan:
- 10:00-11:15 Lovsangur og undirvísing frá Dan Baumann
- 11:15-11:30 Kaffisteðgur
- 11:30-13:00 Undirvísing frá Dan og bøn
- 13:00-14:00 Vit eta døgurða saman
Freistin at melda til leiðaratiltakið er fríggjadagin 2. mai.