Eitt kvøld við lovsongi
Vit fara at hava eitt kvøld við lovsongi í Lívdini mikukvøldið 16. apríl Kl. 20:00 Kom við okkum til eitt kvøld við góðum upplyftandi sangi, hugvekjandi boðskapi og andaligari áfylling. Okkara lovsongsleiðarar fara saman við tónleikarum og kóri at leiða okkum gjøgnum kvøldið. Aftaná tiltakið verður góður drekkamunnur at fáa Øll eru hjartaliga vælkomin! Vit síggjast í Lívdini mikukvøldið 16. apríl kl. 20:00
